Ango hevur keypt uppsjóvarskipið Margrét

Ango hevur keypt uppsjóvarskipið Margrét
Skipið fær navnið Ísborg, og fer at hava heimstað í Vági
Margrét, sum uppsjóvarreiðaríið Ango hevur keypt úr Íslandi, fær navnið Ísborg.
Mynd: Samherji  
 
30.09.2026 - 07:57

Samanlagda reiðaríið Ango í Vági hevur keypt íslendska uppsjóvarskipið Margrét, sum fær navnið Ísborg og heimstað í Vági.

Tað skrivar Fiskur.fo.

Ísborg er bygt í Noregi í 2008. Skipið er 71 metrar langt og 15 metrar breitt.

Nýggju eigararnir vilja ikki upplýsa, hvussu nógv skipið er keypt fyri.

Skipið var yvirtikið í gjár, skrivar Fiskur.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723