- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógartænastan rópar varskó um ætlaða uppskotið um havnargjøld

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur gjørt vart við fleiri álvarslig ivamál í lógaruppskotinum hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald.
Tað kemur fram í einum notati frá løgtingsumsitingini, sum er dagfest í dag, 19. oktober.
Sambært notatinum varð uppskotið sent Lógartænastuni til eftirkanning 18. september. Men tá var uppskotið longu farið á landsstýrisfund, og tí varð tað ikki løgfrøðiliga eftirkannað.
Í einum telduposti til Vinnumálaráðið 22. september gjørdi Lógartænastan vart við, at øll lógaruppskot eiga at verða send til ummælis, og at hoyringsfreistin ikki eigur at vera styttri enn fýra vikur.
Men uppskotið hevði heldur ikki verið til hoyringar.
Ávarði um møguligt brot á grundlógina
Lógartænastan vísti eisini á, at uppskotið ikki lýsir fíggjarligu avleiðingarnar nóg væl.
Serliga varð ávarað um, at ein ávís privat havn verður meint rakt, og at uppskotið kann taka fíggjarlig rættindi frá kommunum ella havnum, sum eru vard sambært grein 73 í grundlógini.
Í teldupostinum til Vinnumálaráðið skrivar Lógartænastan millum annað:
"Lógartænastan skal harumframt gera vart við, at uppskotið ikki viðgerð nærri tær fíggjarligu avleiðingar av uppskotinum, at ein ávís privat havn verður serliga rakt og spurningin um kommunan ella havnin verður frátikin nøkur fíggjarlig rættindi, sum eru vard eftir § 73 í grundlógini.“
Talan er sostatt um ein møguligan ognartøkuspurning, sum, sambært Lógartænastuni, ikki er nóg væl lýstur í lógaruppskotinum.
Sama uppskot varð tikið aftur í 2009
Notatið vísir eisini á, at talan er um neyvt sama lógaruppskot, sum Jacob Vestergaard legði fram í 2009.
Tá varð uppskotið tikið aftur bert seks dagar eftir framløguna, tí mett varð ikki, at politisk undirtøka var fyri tí.
Í 2009 varð uppskotið sent til hoyringar, og allir hoyringspartarnir, sum svaraðu, vóru ímóti tí.
Millum annað vístu Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Tórshavnar kommuna og Innlendismálaráðið á, at uppskotið eftir teirra fatan kundi vera í stríð við grundlógina.
Orsøkin var, at skipini hjá Strandfaraskipum Landsins, sambært uppskotinum, ikki skuldu rinda havnagjøld, hóast kommunurnar í nógv ár hava kravt gjald fyri tænastur á havnaøkjunum.
Sambært notatinum eru ongar lógarbroytingar gjørdar á økinum síðani 2009, sum gera hesi ivamál minni viðkomandi.
Ognartøkuspurningurin ikki nevndur
Løgtingsumsitingin finst eisini at, at møguligi ognartøkuspurningurin als ikki verður viðgjørdur í nýggja uppskotinum.
Hetta hóast talan er um sama uppskot og sama landsstýrismann sum í 2009.
Jacob Vestergaard hevur alment sagt, at hann og umsitingin í Vinnumálaráðnum ikki meta, at talan er um ognartøku.
Men sambært løgtingsumsitingini átti landsstýrismaðurin kortini at viðgjørt hesi ivamál í viðmerkingunum til uppskotið, tí hann og umsitingin vóru kunnug við mótmælini frá 2009.
Løgtingið kann kortini viðgera málið
Hóast løgtingsumsitingin metir uppskotið at vera ófullfíggjað, verður ikki mælt til at steðga viðgerðini.
Í notatinum verður staðfest, at Løgtingið undir ting- og nevndarviðgerðini hevur møguleika at fáa málið lýst til fulnar, eisini spurningin um møguliga ognartøku.
Tað er sostatt framvegis ógreitt, um uppskotið er í stríð við grundlógina.
Men bæði Lógartænastan og løgtingsumsitingin hava gjørt vart við, at hesin spurningurin eigur at verða kannaður nærri, áðrenn støða verður tikin til lógaruppskotið.




























