- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sparingar í heilsuverkinum kosta sjey ella átta størv
Sparingar í heilsuverkinum kosta sjey ella átta størv
Talan er um fimm ella seks størv í Landssjúkrahúsinum, eitt í Klaksvíkar sjúkrahúsi og eitt í Suðuroyar sjúkrahúsi

Sparitiltøkini raka fimm ella seks størv á Landssjúkrahúsinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
21.10.2026 - 08:46
Ætlaðu sparingarnar hjá landsstýrínum í heilsuverkinum fara at kosta sjey ella átta størv.
Fimm ella seks størv í Landssjúkrahúsinum, eitt í Klaksvíkar sjúkrahúsi og eitt í Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.
Enn er ov tíðliga at siga, hvussu sparingarnar fara at ávirka sjúklingaviðgerð, bíðilistar og konsulentar, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























