- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita eftir horvnum manni í sprungu í Grindavík

Í november fara bjargingarfólk niður í sprunguna í Grindavík í Ìslandi, sum ein arbeiðsmaður hjá kommununi datt niður í fyri meira enn tveimum árum síðani, í eini roynd at bjarga líkinum av honum.
Tað skrivar íslendska kringvarpið.
Verkfrøðingarfelagið COWI hevur mett um trygdina at fara niður í sprunguna, og krevur ávísar fyriskipanir.
Holið niður í sprunguna skal gerast størri. Arbeiðið er byrjað, síðani verður eitt upptøkutól, sum er gjørt til at leita í grótfylling, lorað niður.
Løgmálaráðið rindar váðameting
Íslendska løgmálaráðið hevur rindað COWI fyri váðametingina, men Margrét Kristin Pálsdóttir, løgregluovasti, sigur, at avgerð er ikki tikin um, hvør skal rinda fyri útreiðslunar í sambandi við leitingina.
Tað var í januar mánaði 2024, at maðurin saman við einum øðrum var í holt við at fylla í sprungur í vegnum í Grindavík, sum stóðust av nógvu jarðskjálvtunum.
Annar arbeiðsmaðurin fór burturfrá eftir einum amboði, men tá ið hann kom aftur, var hin maðurin burtur.
Ein drona var send niður í sprunguna fyri at kanna støðuna, og myndir haðani vístu ein fleiri metrar djúpan hyl niðri á botni.
Leitingin byrjar eftir ætlan í næsta novembeer, skrivar íslendska kringvarpið.



























