- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir bilar í gongugøtuni í Havn í juli og desember
Eingir bilar í gongugøtuni í Havn í juli og desember
Í fyrsta umfari verður bilfríur dagur royndur í desember í ár og í juli næsta ár

Bilfríir dagar eru á dagsskránni fyri býráðsfundin í Havn í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.10.2026 - 09:07
Bilfríir dagar eru á dagsskránni fyri býráðsfundin í Havn í dag.
Hetta er seinna viðgerð, tí pengar skulu játtast til verkætlanina.
Málið var samtykt 17. september.
Gongugøtan, - Niels Finsens gøta, frá Ráðhúsinum og niðan í Steinatún - verður bilfrí í juli og desember.
Tað verður bara koyrandi av Tinghúsvegnum eftir Sverrisgøtu oman til Tórsgøtu.
Hetta kostar 300.000 kr.
Í fyrsta umfari verður bilfríur dagur royndur í desember í ár og í juli næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























