- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunnilsgjøldini kunnu lækka
Tunnilsgjøldini kunnu lækka
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni

Stuðulin til felagið Eystur- og Sandoyartunlar lækkar niður í fimm milliónir næsta ár.
23.10.2026 - 07:56
Sannlíkt verður grundarlag fyri at lækka gjøldini hjá Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum.
Heldur gongdin, sum nú er, fram, eru útlit fyri, at landskassin ikki longur fer at hava beinleiðis útreiðslur av partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann.
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2027 verður mett, at einki ferðsluveðhald skal gjaldast í 2027.
Og stuðulin til tunnilsfelagið fer úr 10 milliónum niður í fimm milliónir, sigur landsstýrismaðurin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























