- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias mál og harðan stoyt í enn einum sigri

Elias Ellefsen á Skipagøtu átti stóran lut í tepra sigrinum á Rhein-Neckar Löwen í síðstu viku, og í gjár var hann aftur í miðdeplinum á útivølli ímóti Erlangen.
Fyrstu smáu 19 minuttirnar skoraði føroyski landsliðsspælarin fimm mál og vann eisini nøkur brotskøst, tá Kiel vann seg fýra mál framum.
Júst tá fór bakkurin ígjøgnum mitt fyri, men í sjálvari skotatsóknini var hann skumpaður og lendi illa. Sebastian Firnhaber fekk reytt kort afturfyri, og føroyingurin mátti sita nógv uttanfyri eftir hetta.
Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði væl í dystinum ímóti Erlangen, áðrenn hann fekk ein harðan stoyt og mátti sita nógv uttanfyri. Støðan sæst í samandráttinum omanfyri.
Føroysku landsliðsvenjararnir, sum ivaleyst vilja hava spælskiparin á vøllinum í komandi EM-undankappingardystunum ímóti Kosovo og Montenegro, andaðu kanska lættan seinni í dystinum, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu kom inn aftur at spæla eitt sindur og var við til at tryggjað Kiel 36-31 sigurin.
Sostatt helt góða byrjanin hjá Kiel upp á kappingarárið fram. Norðurtýski risin er fremstur við 19 stigum eftir níggju sigrar, ein javnleik og eitt tap, men bæði Flensburg og Magdeburg kunnu yvirhála, um tey vinna dystirnar, tey hava til góðar.




























