Kroppurin kennist øðrvísi eftir krabbamein

Kroppurin kennist øðrvísi eftir krabbamein
Í triðja parti av Aftaná seta vit sjóneykuna á kroppin eftir krabbamein og tær broytingar, sum kunnu ávirka sjálvsfatanina og álitið á kroppin
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.10.2026 - 11:03

Krabbamein og viðgerð kunnu ávirka sambandið við kroppin og harvið eisini ávirka sjálv fatanina. Men hvussu er at liva við og í einum kroppi, sum møguliga sær ella kennist øðrvísi enn áður? Og hvussu kunnu broytingar í útsjónd, orku og førleikum ávirka sjálvsfatanina og álitið á kroppin? 

Krabbamein og viðgerðin kunnu seta síni spor, men upplivingin av kroppinum eftir sjúku og viðgerð er ymisk. Hjá summum broytist útsjóndin, meðan onnur merkja broytingar í orku og førleikum. Hjá øðrum er kroppurin lítið broyttur, hóast sjúkan hevur verið ein álvarsom roynd, og áksoðanin á lívið er broytt. 

Men hvussu kennist kroppurin, og hvussu síggja og uppfata vit okkum sjálvi eftir krabbamein og viðgerð? Tí tá kroppurin kennist øðrvísi, og kanska eisini sær ørðvísi út enn áður, kann hetta ávirka sjálvsfatanina, og hóast broytingarnar ikki altíð síggjast uttaná, kunnu tær kortini hava stóran  týdning fyri, hvussu ein trívist í egnum kroppi. 

Eftir eina krabbameinssjúku kunnu spurningar eisini taka seg upp um álitið á kroppin. Hvussu er at skula fyrihalda seg til ein kropp, sum kanska ikki megnar tað sama sum áður? Og hvussu finnur ein ein hátt at handfara tær broytingar og avbjóðingar, sum kunnu fylgja við eftir viðgerð og sjúku? 

Í triðju sendingini av Aftaná er evnið kroppurin eftir krabbamein. Vit tosa um sjálvsfatan, um at liva við møguligum kropsligum broytingum og seinfylgjum, og um tær leiðir, til ber at finna fyri at handfara ein møguliga broyttan kropp og broyttan veruleika og veruleikafatan. 

Gestir í sendingini eru Aksel Haraldsen, Eir í Ólavsstovu, Maria Jørdal Niclasen og Suni Poulsen. 

Hoyr røðina Aftaná - Lívið eftir krabbamein, mikudagar kl. 16.05, og á KVF Ljóð tá tað passar tær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542