Ísraelski forsetin vil sleppa undan nývali

Ísraelski forsetin vil sleppa undan nývali
Isaac Herzog heitir á flokkarnar um at gera alt, teir eru mentir, at skipa stjórn eftir valið týsdagin
Ísraelski forsetin, Isaac Herzog, vil sleppa undan nývali.
Mynd: Bernadett Szabo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.10.2026 - 08:26

Ísraelski forsetin, Isaac Herzog, heitir nú á politisku flokkarnar í landinum um at gera alt, teir kunnu, fyri at sleppa undan nývali.

- Vit mugu gera alt, vit eru ment - serliga eftir dagin í gjár - fyri at sleppa undan einum vali aftrat, segði Herzog á einum fundi í forsetabústaði sínum í Jerusalem.

Forsetin segði eisini, at hann væntar, at allir flokkar fara við opnum sinni til stjórnarsamráðingarnar.

Herzog væntar at fáa almenna valúrslitið í næstu viku frá ísraelska hægstarætti, og síðani fer hann undir samráðingar við flokkarnar um at skipa nýggja stjórn.

 


Benjamin Netanyahu.

 

Likud: Arabisku flokkarnir hava stolið valið

Likud-flokkurin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra,  skuldsetir arabisku flokkarnar fyri at hava stolið ísraelska valið, eftir at fyribils uppteljingarnar vísa, at arabisku flokkarnir kunnu gerast tungan á vágskálini, tá nýggj stjórn skal skipast.

- Arabisku flokkarnir hava stolið valið í Ísrael. Flokkarnir stuðla yvirgangi, og teir vilja beina fyri jødiska statinum við at fremja álvarsligar gerðir sum mutur, hóttanir, harðskap og lygnir til at fáa fólk at atkvøða, sigur Likud-flokkurin sambært The Guardian.

Tjóðartingsval var í Ísrael týsdagin. Tá meira enn 85 prosent av atkvøðunum vórðu tald, var líkt til, at hvørki vongurin hjá Benjamini Netanyahu ella hjá Gabi Eisenkot hevði vunnið meiriluta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723