- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða framvegis við aldursmarki á sosialar miðlar hóast ES fótongul

- Arbeiðið í Føroyum at verja børn og ung móti sosialum miðlum heldur fram, tað sigur løgmaður Beinir Johannesen, hóast boðini frá ES-nevndini.
Týsdagin komu stjórnarleiðarirnir úr norðurlondum við eini felags yvirlýsing, har tey lovaðu millum annað at arbeiða fyri at seta aldursmark á sosialar miðlar og fáa fartelefonir út úr skúlunum. Men tað samstarvið fekk eitt skot fyri bógvin, tá ES-nevndin segði, at ES ikki fer at góðkenna nýggjar lógir hjá einstøkum ES-londum, sum avmarka sosialar miðlar, í øllum førum ikki hesar komandi 12 mánaðarnar.
Danmark, Svørríki og Finnland eru øll í ES og mugu bíða eftir felags ES-lóggávu á økinum. Og hon kemur helst ikki fyrr enn í 2029, sigur ein av donsku limunum í Evropa-tinginum, Christel Schaldemose við DR.
Í Føroyum skal ein arbeiðsbólkur koma við tilmælum um, hvussu mann kann verja børn og ung móti tøknirisunum. Tey tilmælini til politisku skipanina koma eftir ætlan í byrjanini av 2027 og tá kann samgongan hyggja nærri at, hvussu farast skal fram, sigur løgmaður.
Hóast tilmæli koma í byrjanini av 2027, so ber illa til hjá løgmanni siga, nær hann væntar, at tað ber á mál at seta aldursmark á sosialar miðlar.
Hann sigur eisini, at Mentamálaráðið arbeiðir við at gera reglurnar um fartelefonir í skúlum greiðari. - Tað fara tit at hoyra meira um í næstum, sigur hann.
Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum her




























