Skal sita til 6. mars

Skal sita til 6. mars
Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Havn leygarkvøldið 11.januar, skal vera í varðhaldi til 6. mars ið hvussu so er.
 
12.02.2014 - 11:33

Maðurin, sum er 47 ára gamal, er ikki í varðhaldinum í Mjørkadali.

Hann er innlagdur á Psykiatriska deplinum í Havn, og tað hevur hann verið, síðani hann varð tikin 11.januar.

Ikki er greitt, hvørja støðu, skuldsetti maðurin hevur til skuldsetingina um drápsroynd.

Maðurin er skuldsettur fyri at hava stungið ein 52 ára gamlan mann við einum køksknívi.

Tað hendi í einari íbúð í Vesturbýnum í Havn.

Menninir báðir búgva í somu íbúðarlonini.

Skuldsetti maðurin skal mentalkannast.

Og ákærurit verður ikki skrivað, fyrr enn mentalkanningin er liðug.

Maðurin, sum varð stungin, er sloppin heim av sjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775