Løgtingið skal áseta stavraðið við lóg

Løgtingið skal áseta stavraðið við lóg
Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður
 
13.02.2014 - 15:28

Henrik Old løgtingsmaður hevur lagt uppskot til løgtingslóg um stavrað fyri løgtingið.

Uppskotið er stutt, grein 1 vísir á, hvørjir stavir skulu nýtast, og grein 2 sigur at lógin kemur í gildi dagin eftir at tað er samtykt.

Eftir uppskotinum skal føroyska stavraðið hava hesar bókstavir: A, Á, B, C, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K, L, M, N, O, Ó, P, Q, R, S, T, U, Ú, V, W, X, Y, Ý, Z, Æ, Ø.

Í viðmerkingunum skrivar Henrik Old: " Nú hevur meirilutin í Málráðnum lagt fram sína fatan av stavraðnum fyri landsstýrismannin í mentamálum. Meirilutin vil hava, at bókstavirnir c, q, w, z og x verða hildnir uttanfyri.

Meirilutin ásannar, at hesir bókstavir eiga sín lut í føroyskum - men vil kortini halda teir uttan fyri almenna stavraðið.

Meirilutin ásannar eisini, at skerda stavraðið í mongum førum als ikki kann nýtast, og mælir tí til, at vit skulu hava tvey stavrøð.

Meirilutun skrivar, at "tá ið vit stavraða (alfabetisera) í eitt nú orðabókum og telefonbókum og á bókasøvnum, nýta vit, umframt føroyska stavraðið, modernaða latínska stavraðið, t.e. enska stavraðið."

 

Skilir ikki avgerðina hjá Málráðnum

 

Hanrik Old sigur seg ikki duga at síggja, hvussu hetta kann gagna føroyskum máli.

Tvørturímóti skaðar tað hugsanina um føroyskt almikið, at skúlanæmingar læra eitt føroyskt stavrað í føroyskum - men mugu brúka eitt annað.

Hetta skapar ta fatan millum skúlanæmingar, at føroyskt er ov trongt. At føroyskt røkkur ikki.

Í roknitímanum má næmingurin fara út um føroyskt. Tað má hann eisini, tá hann hevur alis- ella evnafrøði. Og tá hann hevur tónleik. Og tá hann leitar á netinum.

 

Pláss á øllum rókum

 

Eitt gamalt málpolitiskt stevnumið er, at føroyskt skal eiga pláss á øllum rókum.

Við málpolitisku kósini, sum meirilutin í Málráðnum mælir til, verður farið øvuta vegin - vit taka føroyskt av fleiri rókum.

Henrik Old heldur ikki, at stavraðið skal orsaka ein tronga í gerandisviðurskiftunum, men vera hurðin til vitan og lærdóm.

Stavraðið skal ikki vera tjóðskaparligt ella partapoliskt mál, men eitt praktiskt amboð í samskiftinum í samfelagnum.

Tað fer einki av føroyskum, um vit hava c, q, w, z og x við í stavraðnum. Skerja vit okkara stavrað, avmarka og skaða vit hinvegin føroyskt.

Við hesum grundgevingum heldur uppskotsetarin ikki, at tilmælið frá Málráðnum skal fylgjast, og at Løgtingið í staðin, fyri at fáa loyst tvídráttin, samtykkir føroyska stavraðið við lóg.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848