Royna at dálka Hillary Clinton við Lewinsky

Royna at dálka Hillary Clinton við Lewinsky
Republikanski senatorurin, Rand Howard Paul, roynir longu nú at oyðileggja møguleikarnar hjá Hillary Clinton at gerast forseti eftir Obama.
Republikanskur senatorur tengir "Lewinski-gøluna" saman við møguleikarnar hjá Hillary Clinton at gerast næsti forseti USA.
 
19.02.2014 - 10:49

Stríðið undan forsetavalunum í USA er tiltikið skitið. Og longu nú byrjar politikarar at blaka við runu. Vápnið er sonevnda "Lewinsky-gølan." 

Í eini samrøðu í farnu viku segði Rand Paul, at demokratarnir eiga at taka frástøðu frá Bill Clinton grundað á Lewinsky-gøluna. Og hann legði aftrat:

- Eg haldi, at amerikanarar eiga at hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn teir velja geva rúm fyri Bill Clinton í Hvítu húsunum eina ferð enn, segði hann, og vísti til møguligu ætlanirnar hjá konuni, Hillary Clinton, at stilla upp til forestavalið.

Mitt Romney vísir aftur

Republikanska forsetavalið á seinasta vali, Mitt Romney, heldur tað vera burturvið at tengja Bill Clinton og Lewinski-málið saman við Hillary Clinton.

- Eg haldi ikki, at Bill Clinton er so áhugaverdur í hesum. Veljarin fer ivaleyst at taka atlit til avrikini hjá Hillary Clinton, um hon velur at stilla upp. Og tað skal veljarin eisini gera. Her er tað ikki mann hennara, tað snýr seg um, sigur Mitt Romney.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572