CIP krevur milliónina

CIP krevur milliónina
Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, hevur biðið landsstýrið um milliónina, sum felagið skuldi hava í Break Fee
 
20.02.2014 - 12:06

Milliónin er endurgjald, tí sáttmálin um Eysturoyartunnilin varð av ongum.

Tað sigur Rune Bro Róin í CIP í svari upp á teldupost frá Útvarpinum.

Michael Carlsen, kunningarstjóri hjá PensionDanmark, sigur frá Rune Bro Róin, at tá loysnin, sum varð løgd fyri CIP, varð av ongum, hevur CIP biðið landsstýrið gjalda tað, sum CIP eigur til góðar.

Tað vóru pengar hjá PensionDanmark, sum CIP skuldi seta í Eysturoyartunnilin.

CIP hevur fingið nakrar milliardir hjá PensionDanmark at gera íløgur fyri.

Framtíðin ógreið

Rune Bro Róin sigur, at CIP hevur ikki tikið støðu til framtíðina hjá CIP í Føroyum, til dømis, um CIP vil vera við til at fíggja almennu loysnina, sum politisk semja er um.

CIP hevur tvey partafeløg í Føroyum, sum vórðu stovnað í juni í fjør, tá alt bendi á, at CIP skuldi gera Eysturoyartunnilin. Partafeløgini eita Eysturoyartunnilin og Faroese Infrastructure Holding. Lív eigur 20 prosent í feløgunum.

Rune Bro Róin sigur, at seinni verður avgjørt saman við Lív, hvat skal gerast við partafeløgini.

Stjórin í Lív, Jan Jakobsen, og nevndarformaðurin, Finn Danberg, søgdu báðir við Útvarpið fyri tveimum vikum síðani, at Lív bíðar eftir endaligu avgerðini um almennu loysnina.

Løgtingið hevur ikki enn viðgjørt uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um almenna partafelagið, sum skal gera og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Fyrsta viðgerð verður í tinginum um eina viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
202371
Hósdag 8. januar
Morgunlestur hósdagur 8.januar 2025
202090
Mikudag 7. januar
Mono - Hjalte Bachmann - 070126
202354
Mikudag 7. januar
Skratsj 7. januar 2026
202348
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314