Mykineshólmurin í heimskendum tíðarriti

Mykineshólmurin í heimskendum tíðarriti
Ein mynd av vitanum á Mykineshólmanum, ið Hans Juul Nystrøm Hansen hevur tikið, hevur fingið innivist í kenda ferðatíðarritinum Traveller hjá Wexas
Mynd: Hans Juul Nystrøm Hansen  
 
21.02.2014 - 13:43

Hans Juul Nystrøm Hansen hevur stóran áhuga fyri myndatøku, og mynd hansara av Mykinsehólmanum er nú vald út av The Royal Photogenic Society at vera millum bestu ferðamyndir. 

Myndin er við í nýggjastu útgávuni av Traveller tíðarritinum hjá Wexas. 

Tað er ikki fyrstu ferð, at ein mynd hjá Hans Juul Nystrøm Hansen endar í kendum tíðariti. Fyri nøkrum vikum síðan endaði ein mynd hjá honum av Gásadali í New York Times. Tað var fyrsta mynd hjá Hans Juul Nystrøm Hansen, ið nakrantíð var á prenti. Les um tað HER.

Hans Juul Nystrøm Hansen er lítillátin, tá hann verður spurdur um møguleikarnar, ið myndirnar geva honum. 

- Eg veit ikki, um eg kann brúka hetta til nakað, men mær dámar væl at fáa myndirnar út og síggja, hvussu tær fáa sítt egna lív. Og sum tær kunnu vera við til at kunna útlendingum um Føroyar, so ongantíð betri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. oktober
Góðan morgun Føroyar
182657
Mánadag 28. oktober
Morgunlestur mánadagur 28. oktober 2024
182552
Sunnudag 27. oktober
Bolero 27. oktober 2024
182620
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2) - teknmálstulkað
182605
Leygardag 26. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182600
Leygardag 26. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182599
Fríggjadag 25. oktober
Veðrið
182590
Fríggjadag 25. oktober
Breddin: Rúsevni og politiska støðan
182580