Fyri 100 árum síðan: Flest leysingabørn í Suðuroy

Fyri 100 árum síðan: Flest leysingabørn í Suðuroy
Suðuroyingar áttu fýra ferðir so nógv leysingabørn um aldarskifti 1800/1900 í mun til onnur øki í Føroyum, vísa uppteljingar í kirkjubókum
Fýra ferðir so nógv leysingabørn vórðu fødd í Suðuroy í mun til summa aðrastaðni í Føroyum frá 1893-1904, vísa uppteljingar í kirkjubókum
Mynd: Grafikkur: kvf.fo  
 
03.03.2014 - 20:10

Kirkjubøkurnar í Føroyum tala sítt týðiliga mál. Árini 1893-1904 vórðu lutfalsliga fýra ferðirnar so nógv leysingabørn fødd í Suðuroy í mun til summa aðrastaðni í Føroyum.

Sí grafikkin niðast í greinini

Ein uppteljing, blaðið Frøði hevur gjørt, vísir, at 78 børn í Suðuroy vórðu fødd uttanfyri hjúnalag frá 1893-1904. Hetta svarar til 6,1 prosent av samlaða burðartalinum í oynni.

Samanborið við hini støðini í landinum, Eysturoy, Norðstreymoy, Norðoyggjar, Vágar og Sandoy, vóru tølini í Suðuroy fýra ferðir hægri enn á teimum støðum.

Suðurstreymoy eisini væl við

Eisini í Suðurstreymoy vórðu lutfalsliga nógv børn fødd uttanfyri hjúnalag um aldarskifti 1800/1900, kemur fram í eini grein í nýggjasta blaðnum Frøði.

35 leysingabørn vórðu fødd í Suðurstreymoy árini frá 1893-1904. Hetta svarar til 4,2 prosent av øllum føddum børnum í Suðurstreymoy um tað mundið.

Meðan talið av børnum, ið vórðu fødd uttanfyri hjúnalag um aldarskifti 1800/1900, var niðanfyri tvey prosent í meginpartinum av Føroyum, var øðrvísi í Suðuroy og í Suðurstreymoy.

Modernaður liviháttur ein av orsøkunum

Mongu leysingabørnini í Suðuroy og Suðurstreymoy frá 1893-1904 vóru mest sannlíkt úrslit av einum meira modernaðum livihátti enn í hinum støðunum í Føroyum, skrivar Frøði.

Suðuroy varð brádliga nýtíðargjørd av fiskivinnu og eini fjøld av lágløntum tilflytarum í júst hesum tíðarskeiði, er ein av niðurstøðunum í nýggjasta blaðnum hjá Fróðskaparfelagnum.

Harumframt øktist bústaðartíttleikin eisini skjótt í Suðuroy og Suðurstreymoy. Hetta gjørdi eisini sítt til, at talið av leysingabørnum lutfalsliga var størst í Suðuroy og Suðurstreymoy.

 

Kelda: Frøði 1/2014

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401