Samferðslan tarnað av ringum veðri

Samferðslan tarnað av ringum veðri
Ringa veðrið fær Strandferðsluna at avlýsa sjóvegis ferðir í dag. Eisini hjá føroyska flogfelagnum, Atlantic Airways, eru avlýsingar orsaka veðrið
Ringa veðrið kring oyggjarnar darvar samferðsluna í dag. Smyril avlýsir túrar og Atlantic Airways flýgur ikki meira í dag
Mynd: KvF  
 
08.03.2014 - 12:49

<p>Ringa veðrið kring oyggjarnar í dag fær nú avleiðingar fyri samferðsluna - bæði á sjónum og í luftini. Strandferðslan og Atlantic Airways avlýsa túrar.</p>

<p>Smyril siglir seinasta túrin í dag av Havnini klokkan 17. Hinir túrarnir hjá Smyrli í dag eru avlýstir, boðaði&nbsp;Strandferðslan frá um døgverðatíð.</p>

<p>RC459 hjá Atlantic Airways, ið skuldi koma úr Keypmannahavn seinnapartin í dag, er avlýst, og kemur ætlandi á døgverða sunnudagin.</p>

<p>Danska veðurstovan, DMI, boðar frá enn meira vindi seinni í kvøld og nátt. Halda veðurforsagnirnar, kemur vindmegin í hvirvlunum upp í ódnarmegi.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572