Nunnur latnar leysar í Sýrialandi

Nunnur latnar leysar í Sýrialandi
Fleiri nunnur, sum vórðu burturfluttar fyri trimum mánaðum síðan, eru nú latnar leysar. Tær siga seg hava tað gott.
Fleiri nunnur, sum fyri trimum mánaðum síðan vórðu burturfluttar í Sýrialandi, eru nú latnar leysar aftur.
 
10.03.2014 - 14:35

Tað vóru fleiri griksk-ortodoxar nunnur í býnum Maaloula, sum fyri trimum mánaðum síðan vórðu rændar. Tær eru nú komnar aftur til Damaskus.

Leyslatingin var ein liður í samráðingum við sýrialendsku stjórnina, sum afturfyri lat umleið 150 kvinnur og børn leys úr fongslum hjá Assad-stjórnini.

”Vit hava tað gott, men eru ógvuliga troyttar. Fyri tað mesta eru rænararnir farnir væl við okkum,” siga tær.

Tað vóru samráðingarfólk hjá stjórnunum í Qatar og Libanon, sum stóðu fyri tingingunum um leyslating.

Hafez Makhlouf, guvernørur í Damaskus, var millum teirra, sum tóku ímóti nunnunum, áðrenn tær fóru víðari til griksk-ortodoxa arbeiði sítt í Maaloula.

Hildið verður, at tað var ein al-Quaeda-avleggari, al-Nusra Front, sum tók nunnurnar til gísla.

”Gud fór ikki frá okkum,” segði móðir Pelagia Sayyaf, leiðari í Mar Takla-kleystrinum í Maaloula.

”Men vit tóku krossarnar av okkum, tí vit vóru á skeivum stað at hava teir hangandi um hálsin,” sigur altso Móðir Pelegia Sayyaf.

Kelda: BBC

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979