Noreg vil hava samráðingar um svartkjaftin

Noreg vil hava samráðingar um svartkjaftin
Noreg vil hava samráðingar við ES um at sleppa at fiska svartkjaft í ES-sjógvi, men ES vil ikki samráðast við Noreg um svartkjaft og sild
Noreg vil hava samráðingar við ES um at sleppa at fiska svartkjaft í ES-sjógvi. ES er kortini ikki so sinnað at samráðast

20.03.2014 - 20:17

Norska fiskimálaráðið hevur sent út tíðindaskriv, har víst verður á, at Noreg ætlaði at halda fram við samráðingunum um svartkjaft og sild.

Men hvørja ferð hevur ES útsett samráðingarnar, hóast bæði Rusland, Ísland og Føroyar vildu halda fram við teimum samráðingunum, skrivar Fiskaren.

Samráðingarnar um bæði svartkjaft og sild snúgva seg um, at sleppa at fiska í øki hjá hvørjum øðrum. Fyri norsku skipini hevur tað stóran týdning, at norsku skipini sleppa at fiska svartkjaft í ES-sjógvi og í føroyskum sjógvi.

Kemur illa við hjá norskum svartkjaftaskipum

Tá talan er um sild, skulu hini londini sleppa í norskan sjógv at fiska.

Norska fiskimálaráðið sigur, at tað kemur illa við hjá norsku svartkjaftaskipunum, um tey ikki sleppa at fiska í ES-sjógvi og í føroyskum sjógvi, tí tað verður torført at fiska svartkjaftakvotuna í altjóða sjógvi.

Norska fiskimálaráðið ger greitt, at fæst ikki semja um, hvussu svartkjafturin skal fiskast, heilt skjótt, so má avtalan um fiskiskapin eftir sild broytast tilsvarandi.

Samráðingar aftur í næstu viku

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur seg rokna við, at samráðingarnar um sildina og svartkjaftin byrja aftur í næstu viku.

Føroysk skip hava loyvi at fiska ein part av makrelinum í norskum øki og í ES-øki, og svartkjaft í ES-sjógvi.

Avtalan um sild hevur ikki so stóran týdning, tí føroysku skipini hava fiskað sild í føroyskum sjógvi, og tað hevur borið væl til.

Føroyar hava ikki góðtikið býtið av sildini, sum hevur verið. Tí er ikki vist, at Føroyar skriva undir nakra avtalu um sildina í ár, sigur Jacob Vestergaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318