Flogfør og skip kanna nýggjar slóðir

Flogfør og skip kanna nýggjar slóðir
Fleiri flogfør og skip eru á veg til Indiska Havið, eftir at skip hava hoyrt signal, ið kunnu stava frá horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines
Flogfør og skip hava víðkað leitingina eftir horvna MH370-flogfarinum hjá Malaysia Airlines, ið hvarv 8. mars, eftir at signal, ið kunnu stava frá svørtu kassunum, eru loftað um vikuskiftið
Mynd: AP

06.04.2014 - 13:05

Leitingin eftir horvna MH370-flogfarinum hjá Malaysia Airlines, ið hvarv á túri frá Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina 8. mars, verður nú víðkað.

Hetta hendir, eftir at eitt kinesiskt verjuskip hevur loftað signalum, ið kunnu stava frá sonevndu svørtu kassunum á flogfarinum, um tað liggur á havsins botni í Indiska Havinum.

Síðan í gjár, leygardagin, hava verjuskip í leitiøkinum loftað trimum signalum, ið kunnu stava frá horvna flogfarinum. Tvær ferðirnar í gjár, leygardagin, og aftur í morgun, sunnumorgunin.

Tíðin um at renna út

Battaríini í sonevndu svørtu kassunum halda umleið 30 dagar. Tískil seta myndugleikarnir nú alla orku inn at finna flogfarið, áðrenn tað verður ov seint at finna flogfarið við signalum frá svørtu kassunum.

- Tað er tó als ikki vist, at signalini stava frá MH370-flogfarinum hjá Malaysia Airlines, men vit mugu royna tað, vit kunnu, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar, sambært tíðindastovuni AP.

Einki ítøkiligt er kortini funnið eftir horvna flogfarið, hóast leitað hevur verið í fýra vikur uttan íhald eftir horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines. 239 fólk vóru við flogfarinum, tá tað hvarv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763