Sí listan: 200 Toyota-bilar í Føroyum á verkstað

Sí listan: 200 Toyota-bilar í Føroyum á verkstað
Umleið 200 Toyota-bilar, ið koyra á føroysku vegunum, skulu á verkstað, tí brek er við teimum. Sí her, hvørjar bilar talan er um
200 Toyota-bilar í Føroyum skulu á verkstað, tí brek er við teimum. Sí her, hvørjar bilar talan er um
 
09.04.2014 - 12:16

Bilfyritøkan Toyota tekur 6,5 milliónir bilar aftur av marknaðinum, tí brek eru við teimum. Í Føroyum er talan um umleið 200 bilar, sigur Reyni Service, ið hevur selt bilarnar.

Sí niðanfyri, hvørjar bilar talan er um

Talan er um brek, sum ger at bilstýrið knarrar, og órógvar tann, sum koyrir. Eisini er brek í einum fjaðri, tá bilsetrið verður stillað, og í nøkrum av bilunum riggar ein av stoytkoddunum ikki.

Stjórin á Reyni Service, Sámal av Reyni, sigur, at brekini við bilunum eru ikki lívshættislig. Øll, ið hava keypt bilarnar, fáa boðið ókeypis sýn, so feilirnir kunnu rættast.

Hetta eru bilarnir

Toyota Yaris, framleiddir 2005-2008

Toyota Yaris, framleiddir 2009-

Toyota Rav4

Toyota UrbanCruiser, framleiddir 2008-2010

Toyota Land Cruiser

Toyota HiLux

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375