- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gerry Adams verður avhoyrdur um morð
Norður-írski republikanski leiðarin Gerry Adams, hevur verið í politi-varðhaldi nú í fýra dagar, har hann verður avhoyrdur um eitt morð í 1972, sum IRA stóð aftanfyri.
Tað ljóðar, at avhoyringarnar hava vart upp í 17 tímar hvønn dagin.
Talan er um morðið á Jean McCon-ville, eina einkju við tíggju børnum, sum fyri eygunum á børnun sínum varð burturflutt úr heimi sínum og fyribeind.
Tað skal IRA hava gjørt, tí Jean McCon-ville var undir illgruna fyri at hava latið bretska hervaldinum í Norður-írlandi upplýsingar. Tað er seinni kannað og prógvað, at hon var ósek.
Líkið av Jean McConville var funnið á eini strond í 2003 - tredivu ár eftir at hon hvarv. Nógv fólk doyðu í vápnaða stíðnum í Norðurírlandi, men hetta er eitt tað kendasta og mest umrødda morðið frá hesi tíðini.
Gerry Adams sigur seg einki hava við morðið at gera. Hann sigur, at tað var skeivt av IRA at taka Jean Mc Conville av døgum og krógva líkið.
Handtøkan gongur út klokkan sjey í kvøld, og tá skal løgreglan taka støðu til, um ákæra skal reisast móti Gerry Adams.
Martin McGuinness, varamaður Gerry Adams og norðurírskur varaforsætisráðharri, hevur fordømt handtøkuna. Hann sigur, at handtøkan er politisk.