Landasorg lýst eftir skriðulop í Afganistan

Landasorg lýst eftir skriðulop í Afganistan
Tað mesta av eini heilari bygd fór undir, og hildið verður, at 2.500 fólk eru deyð.
Hamid Karzai, forseti, hevur lýst landasorg í Afganistan eftir skriðulopini fríggjadagin
Mynd: Savnsmynd  
 
04.05.2014 - 13:11


Afganski forsetin Hamid Karzai hevur lýst landasorg eftir at tað mesta av einum heilari bygd í landspartinum Badakstan í Norðurafganistan fór undir í ógvusligum skriðulopum fríggjadagin. Higartil eru 350 fólk funnin deyð, men hildið verður, at millum 2.500 og 2.700 fólk kunnu liggja deyð undir skriðulopunum, sum hevur tikið hús og alt, ið fyri var.

Neyðhjálparfelagsskapir royna at hjálpa 700 familjum, sum hava mist heim síni og ikki tora undir tak nakrastaðni av ótta fyri nýggjum skriðulopum. Teimum tørvar alt: reint vatn, mat, heilivág og tjøld, verður sagt.

Bjargingarlið og fólk á staðnum hava roynt at finna fólki á lívi, men tað hevur verið til fánýtis. Húsini eru farin fleiri metrar undir jørð, sigur landsparta-guvernørurin, sum mælir til at biðja fyri teimum deyðu og at lýsa økið hópgrøv at vera.

----

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418