Løgtingið: Danir skulu gjalda fyri avlurtingina

Løgtingið: Danir skulu gjalda fyri avlurtingina
Tingið hevur samtykt broytingar í uppskotinum frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um tekniska útbúnaðin
 
08.05.2014 - 14:15

Lógin um, at telefeløgini skulu útvega sær útbúnað í sambandi við avlurtingarpakkan, kemur ikki í gildi fyrr enn 1. juli 2015, og landsstýrið skal samráðast við við ríkismyndugleikarnar um málið.

Løgtingið hevur samtykt broytingarnar, sum samgongutingmenninir í Vinnunevndini mæltu til at gera í uppskotinum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. Minnilutin, andstøðuflokkarnir, mælti frá at samtykkja uppskotið. 

Brúkarin fær rokningina

Telefeløgini siga, at tað hevur onga ávirkan á íløgukostnaðin, at parturin um loggingarreglurnar er tikin úr málinum um avlurtingarpakkan. Meirilutin heldur ikki, at telefeløgini eiga at gjalda fyri útbúnaðin, tí rokningin verður helst send víðari til brúkaran. 

Vinnunevndin hevur fingið upplýst, at løgtingið kann ikki áleggja donsku stjórnini at gjalda fyri avlurtingarútbúnaðin. Hetta má landsstýrið samráðast við ríkismyndugleikarnar um. Samgonguumboðini mæltu tí til, at lógin kemur ikki í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár, so landsstýrið fær rúma tíð at samráðast við ríkismyndugleikarnar um íløgukostnaðin.

Lógarbroytingin varð samtykt við 24 atkvøðum fyri og fýra ímóti. Málið skal hava eina viðgerð afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168