Grønlendsk reiðarí helvtina av makrelinum

Grønlendsk reiðarí helvtina av makrelinum
Fingu 52.000 av teimum 100.000 tonsunum
 
13.05.2014 - 08:28

Grønlendsk reiðarí, sum eiga skip undir grønlendskum flaggi, fingu stívliga helvtina av makrelkvotuni, sum er 100.000 tons. Tey hava fingið 52.000 tons.

Endamálið við tí er skapa arbeiðspláss í Grønlandi og geva nýggjum reiðaríum møguleika at fiska makrel.

Grønlendska fiskimálaráðið fekk 37 umsóknir, og 12 umsøkjarar sleppa at fiska makrel í ár.

Umsóknir vóru um 300.000 tons. Kvotan er 100.000 tons.

38.000 tons eru býtt millum grønlendsk feløg, sum ikki eiga skip, men hava møguleika at leiga skip uttan manning.

Tey 10.000 tonsini, sum eru eftir av kvotuni, eru goymd til seinni at lata teimum, sum fáa mest burtur úr fiskiskapinum, skrivar grønlendska fiskimálaráðið á sínari heimasíðu.

Eins og í Føroyum er misnøgd í Grønlandi um, hvussu landsstýrismaðurin býtir makrelkvotuna.

Nøkur halda seg vera fyri vanbýti, millum annað ein føroyingur í Grønlandi, sum ikki fekk part av kvotuni, sæst í viðmerkingunum í blaðnum Sermitsiaq, sum skrivaði um makrelkvotuna í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719