Hotel Hafnia skal um- og útbyggjast

Hotel Hafnia skal um- og útbyggjast
Tað loysir seg ikki longur at pjøssa uppá eldra partin av hotellinum
 
23.05.2014 - 13:19

Hotel Hafnia fer at byggja nýggjan bygning har eldri parturin av hotellinum er, og samstundis skal hotellið nútímansgerast.

MAP arkitektar søktu býráðið um byggiloyvi fyri hotellið, og tað var einmælt samtykt á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Í umsóknini segði hotellið, at tað loysir seg ikki longur at pjøssa uppá tann gamla partin av hotellinum, har partar eru eldri enn fimti ár.

Krøvini eru nógv broytt og niðurstøðan er, at best er at taka tann elsta partin av gistingarhúsinum niður og byggja nýtt, lítið størri enn í dag.

Umframt at fáa betri og fleiri kømur, ber til at umskipa gistingarhúsið til eitt nýmótans hotell við øllum hentleikum sum krevjast.

Ætlanin leggur upp til at flyta matstovu og køkin niður á veghædd, so tað er lætt bæði fyri gestir og havnarfólk at vitja matstovuna á Hafnia.

Øll niðasta hædd verður ein opin framsíða, sum skal hýsa hotelvirksemi. Tað fer at gera Áarvegin meira livandi enn í dag, stendur m.a. í umsóknini.

Á ovastu hædd verður eitt nýtt Panorama, sum skal avloysa Parnassið og verandi Panorama. Tað skal kunna hýsa 150 gestum.

Ætlanin er at økja talið av kømrum við 19, upp í 76. Á hotellinum skulu vera 126 sengur, og við eyka uppreiðing, verður møguligt at hýsa 180 fólkum.

Ætlanin er, at Hotel Hafnia skal vera góðar 100 fermetrar størri enn nú, m.a. skal tað vera 75 sentimetrar hægri, tilsamans góðar 24 metrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497