Løgmaður: Fólkaflokkurin skal loysa trupulleikan

Løgmaður: Fólkaflokkurin skal loysa trupulleikan
Sambandsflokkurin hevur viðgjørt politisku støðuna í dag, og er komin til eina niðurstøðu
 
02.06.2014 - 16:02

Løgmaður hevur biðið Fólkaflokkin um at fáa skil á viðurskiftunum í sambandi við tollmálið.

Tað er úrslitið eftir innanhýsis fundin í Sambandsflokkinum í dag, sum snúði seg um tollmálið og Jørgen Niclasen.

Eftir fundin, sum vardi  út við fimm tímar, hevur løgmaður tosað við Jørgen Niclasen og sagt, at Fólkaflokkurin sjálvur má finna eina loysn á ófriðinum, sum tollmálið hevur elvt til í samgonguni.

Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum heitti mikudagin á løgmann um at biðja Jørgen Niclasen taka seg úr starvinum sum landsstýrismaður. Hesum sýtti Jørgen Niclasen fyri.

Í løtunii ætlar løgmaður ikki at loysa landsstýrismannin úr sessinum, men hevur biðið Fólkaflokkin sjálvan loysa málið.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744