Fundur um Ukraina tykist hava munað

Fundur um Ukraina tykist hava munað
Eftir fund millum Barak Obama og Vladimir Putin hevur russiski forsetin givið boð um tiltøk, sum kunnu gera uppreistrarlið í Eysturukraina veikari
Angela Merkel hevur eins og Barak Obama biðið Vladimir Putin virða Ukraina og landamørk tess
Mynd: Savnsmynd  
 
07.06.2014 - 14:43

Vladimir Putin, forseti hevur biðið russisku fregnartænastuna herða eftirlitið við markið til Ukraina.

Endamálið er forða fyri, at russiskir uppreistrarmenn í Eysturukraina fáa vápn og aðra hjálp úr Russlandi.

Boðini frá russiska forsetanum koma dagin eftir fundin við amerikanska forsetan Barak Obama, ið Vladimir Putin hitti, tá báðir vóru til 70 ára hátíðarhaldið fyri D degnum og sameindu landgongdini í Normandínum, sum gjørdi enda á nazista Týsklandi.

Fundurin millum Barak Obama og Vladimir Putin í Fraklandi í gjár vardi bert eitt korter.

AFP tíðinsastovan skrivar, at Vladimir Putin skal hava biðið russisku marknavørðarnar við markið til Ukraina taka øll neyðug stig fyri at forða fyri, at ólóglig ferðsla er um markið millum londini.

Hósdagin varð upplýst úr ukrainska høvuðsstaðnum Kiev, at russiskir uppreistrarmenn í Eysturukraina høvdu tikið trý marknalið millum Ukraina og Russland.

Vladimir Putin hitti eisini nývalda ukrainska forsetan Petro Porosjenko í Fraklandi í gjár.

- Samskiftið er byrjað, segði Petro Porosjenko við ukrainskt sjónvarp eftir fundin, og boðaði frá, at eitt umboð fyri russisku stjórnina fer at koma til Kiev at hitta ukrainsku stjórnina við tí endamáli at leggja niður stríðið við russisku uppreistrarmenninar í Eysturukraina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Guðstænasta úr Argja kirkju
185465
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283