Útlendsk manning skal hava arbeiðsloyvi í Føroyum

Útlendsk manning skal hava arbeiðsloyvi í Føroyum
Bara útlendingar við føroyskum fiskiførum, sum regluliga koma í føroyska havn, skulu hava uppihaldsloyvi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu
 
25.06.2014 - 08:52

Vinnumálaráðið hevur biðið danska Løgmálaráðið broyta reglurnar í útlendingalógini, sum er galdandi í Føroyum, so allir útlendingar, sum eru við føroyskum fiskiskipum í føroyskum sjóøki, skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. 

Útlendingamál eru ikki yvirtikin, so tí kann landsstýrið ikki fáa løgtingið at broyta útlendingalógina.

Útlendingastovan kannar

Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu, at Útlendingastovan kannar, um lønar- og arbeiðstreytir eru sambært galdandi sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tá umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi koma frá útlendingum. Men Útlendingastovan veit einki um útlendingar, sum eru við føroyskum skipum uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi.  

Bara útlendingar við føroyskum fiskiførum, sum regluliga koma í føroyska havn, skulu hava uppihaldsloyvi. 

Tíggju ferðir um árið

Sum meginregla verður “regluliga” mett at vera í minsta lagi okkurt um tíggju ferðir um árið. Men meginreglan er ikki avgjørdari enn so, at metast skal um hetta í hvørjum einstøkum føri.

Johan Dahl sigur, at Vinnumálaráðið veit ikki, hvussu nógvir útlendingar eru við føroyskum fiskiskipum, og hvussu nógvir teirra hava hava uppihaldsloyvi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659