Skal verða lættari at skilja brøv frá TAKS

Skal verða lættari at skilja brøv frá TAKS
Stovnurin søkir eftir málfrøðingi, sum m.a. skal orða nýggjan málpolitikk
 
30.06.2014 - 14:21

Skattaborgarar, sum hava ilt við at skilja brøvini, tey fáa frá TAKS, kunnu gleða seg.

Tí TAKS søkir nú eftir málfrøðingi. TAKS vil hækka málsliga stigið og fáa ein góðan og livandi málpolitikk.

TAKS sigur, at málpolitikkurin skal tæna tveimum endamálum. Hann skal virka fyri, at málburðurin hjá TAKS samsvarar við føroyska málið. Og hann skal stuðla undir, at samskiftið hjá TAKS er so gott og greitt sum gjørligt.

Nýggjur málpolitikkur

Málfrøðingurin hjá TAKS skal orða nýggjan málpolitikk fyri TAKS, endurskoða standard brøv og skabilónir í KT-skipanunum hjá TAKS,  læra starvsfólkini at skriva brøv, undirvísa í føroyskum og viðhvørt eisini gera annað arbeiði á HR- og Samskiftisdeildini.

Í fyrstu atløgu er talan um eina verkætlan og starvssetan í eitt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985