Flogskipari stongdi stýrimannin úti

Flogskipari stongdi stýrimannin úti
Flogskiparin og stýrimaðurin í NZ176, sum fleyg millum Avstralia og Nýsæland, mundu farið til hendurs.
Flogfarið hjá Air New Zealand var á veg úr Avstralia til størsta býin í Nýsælandi, Auckland.
 
07.07.2014 - 09:40

Nýsælendskir miðlar hava fingið innlit í eina óvanliga hending, sum var í loftrúminum millum Avstralia og Nýsæland 21. mai í ár.

Boing 777-flogfarið, ið var á veg úr Perth í Avstralia til Auckland í Nýsælandi við fleiri enn 300 ferðafólkum, varð nakað seinkað undir fráferð.

Seinkingini elvdi til so ógvusliga ósemju, at skiparin stongdi stýrimannin úti. Hóast skiparin í tveir minuttir varð biðin um at lova stýrimanninum innaftur, vildi hann ikki lata upp.

Eftir tilburðin sendi Air New Zealand flogskiparan heim í tvær vikur at sissa seg. Stýrimaðurin slapp við einari viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527