Nýggj krøv úr Kina til føroyskan fisk

Nýggj krøv úr Kina til føroyskan fisk
Kinesisk eftirlitsfólk skriva endaliga frágreiðing um Føroyaferðina í heyst
Heilsufrøðiliga starvsstovan var vertur hjá kinesisku eftirlitsfólkunum frá matvørustovninum AQSIQ
 
14.07.2014 - 08:49

Nýggjar avbjóðingar eru hjá teimum, sum fáast við útflutning til Kina, nú fólk frá kinesisku matvørumyndugleikunum vóru í Føroyum fyri trimum vikum síðani.

Heilsufrøðiliga starvsstovan skal gera fleiri kanningar av histamini í makreli og mikrobiologi í feskum laksi. 

Hetta er serliga ein avbjóðing viðvíkjandi feskum, ísaðum laksi, um so er, at kanningarnar skulu verða lidnar, áðrenn heilsuváttan kann skrivast. 

Men kinesisku eftirlitsfólkini, sum vóru her, søgdu seg vera til reiðar at samráðast um eina loysn um hetta. 

Ein arbeiðsbólkur við fólki frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og kinesiska matvørueftirlitið varð settur at fáa greiðu á hesum.

Eitt annað krav í nýggju kinesisku matvørulóggávuni er, at fyri hvørt fiskaslag sær skal myndugleikin í sendaralandinum skriva eina umfatandi umsókn, sum skal góðkennast í Kina, áðrenn vøran kann útflytast. 

Hetta er galdandi fyri eitt nú makrel, sum ikki kann útflytast úr Føroyum til Kina, fyrr enn henda góðkenning er í lagi. Kravið umfatar ikki laks, tí laksaútflutningurin úr  Føroyum til Kina var longu, tá lógarkravið kom í gildi.  

Endalig frágreiðing um kinesisku eftirlitsferðina í Føroyum kemur tíðliga í heyst, upplýsir Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Kinesisku eftirlitsfólkini vóru á laksavirkinum hjá Bakkafrosti í Kollafirði, á alibrúkinum í Gøtuvík, um borð á verksmiðjuskipinum Norðborg og í kanningarstovunum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.


   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985