Broyttar bíðirøðir í Skopun

Broyttar bíðirøðir í Skopun
Landsverk hevur broytt bíðirøðina á ferjuleguni í Skopun, so at fyrsta bíðirøð nú er nærri brimgarðinum
Fyrra og seinna bíðirøð í Skopun
Mynd: Landsverk  
 
16.07.2014 - 15:33

Fyrstu tíðina verður kunnað um hesa broyting við skelti á staðnum.

Samstundis verða bíðirøðirnar styttar í fremra enda, soleiðis at koyrast kann til parkeringsøkið tann vegin, tá bíðirøðirnar eru fullar.

Parkeringsforboð er eisini sett á økið fram við betongmúrinum við ferjuleguna fyri at lætta um vørukoyringina, skrivar Landsverk.

Eisini er eitt øki gjørt til fólk, sum bera brek.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302