Uppskriftir: Jóhanna borðreiðir við Tapas

Uppskriftir: Jóhanna borðreiðir við Tapas
Í Mælt hesa ferð borðreiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti við ymsum smáum rættum - eisini kallað Tapas. Sí uppskriftirnar her
 
03.05.2012 - 16:38

Anrætta ein tallerk við hesum smárættum:

  • Legg eitt sindur av rucola salati mitt á tallerkin og tvær skivur við laksi omaná. Stroy eitt sindur av sós rundaum. 
  • 2-3 flógvar dadlur í sveipi
  • Stoktar tikararækjur
  • Góðan ost (briu ella eftir ynski)
  • Frísk jarðber
  • 2 skivur av parmaskinku og møguliga eitt sindur av balsamico edikki/glace
  • Afturvið: Gott breyð
 
Uppskriftir
 
Tortillas við laksi
 
Tilfar
  • 200 g av Philadelfia light osti (rørt við 2 súpisk av súrgaðari mjólk)
  • 100 g av Rucolasalati
  • 100 g av royktum laksi
  • 6 tortillas
 
Arbeiðsháttur
  • Rør ostin saman við mjólkini og smyr á pannukøkurnar
  • Legg so mikið av laksi á, at tað dekkar pannukøkurnar
  • Koyr nøkur bløð av rucolasalati seinast
  • Rulla pannukøkurnar fast saman og set í kuldaskápið í umleið hálvan tíma
  • Sker í helvt ella í smærri stykki til forrætt
 
Sós
 
Tilfar
  • Súrrómi
  • Reytt kaviar
  • Sitrónsevja
  • Salt og pipar
 
Rør alt tilfarið saman og smakka til.
 
Dadlur í sveipi
 
Tilfar
  • 10 flísar av fleski
  • 20 dadlur
 
Arbeiðsháttur
Sker fleskaflísurnar í helvt
Legg eina hálva flís av fleski rundan um hvørja dadlu
Hita síðani eina pannu og steik dadlurnar í sveipi
 
Hvítleyksstoktar tikararækjur
 
Tilfar
2 súpisk av olju
2-3 bátar av hvítleyki, pressaðum
Møguliga ½ tsk av chili
20 tikararækjur
 
Arbeiðsháttur
  • Blanda oljuna, pressaða hvítleykin og møguliga chili saman og blanda saman við tikararækjunum
  • Lat standa kalt í ein tíma
  • Hita eina pannu og steik rækjurnar til tær hava skift lit og eru fastar í kjøtinum. Umleið fimm minuttir
 
Hugskot
Set rækjurnar á ein pinn, fýra á hvønn og steik á grillini.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Leygardag 24. mai
Vikan 24. mai 2025
192323
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266