Hvørki játtar ella noktar manndráp í Hvalba

Hvørki játtar ella noktar manndráp í Hvalba
36 ára gamal stungin tríggjar ferðir í hálsin, sigur ákæruvaldið 23 ára gamal varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Húsini í Hvalba, har sum líkið av 36 ára gamla manninum varð funnið í gjáramorgunin
 
10.08.2014 - 11:04

Maðurin, sum er skuldsettur fyri manndráp, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, til 5.september

Sambært Føroya rætti er grundaður illgruni um, at hann hevur gjørt tað, hann er skuldsettur fyri.

Verjin kærir ikki úrskurðin hjá rættinum.

Ein  23 ára gamal maður í Hvalba er skuldsettur fyri at hava dripið ein 36 ára gamla Hjalmar Holm við trimum knívstungum í hálsin í gjáramorgunin.

Í grundlógaravhoyringini, sum var í Føroya rætti fyri afturlatnum hurðum, boðaði verjin hjá skuldsetta manninum, Christian Andreassen, frá, at skuldsetti tekur ikki støðu til skuldarspurningin enn.

Manndrápið, sum 23 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri, hendi í einum sethúsum í Hvalba í gjáramorgunin.

Ein 39 ára gamal maður varð eisini tikin. Maðurin býr í húsunum, har sum hendingin  var. Báðir menninir vórðu tiknir, hvør á sínum stað, á middegi í gjár, trý korter eftir, at politiið fekk fráboðanina.

Men 39 ára gamli maðurin skuldi ikki í grundlógaravhoyring. Hann er latin leysur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028