- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landskassin rindaði fyri familjuferð
Politiskt ódnarveður hevur tikið seg upp í Grønlandi um vikuskiftið, eftir at tað er komið fram, at landskassin hevur lagt út fyri privatar útreiðslur hjá landstyrisforkvinnuni Alequ Hammond.
Á tíðindafundi í gjárkvøldið tók Aleqa Hammond fulla ábyrgd av fíggjarliga óskilinum, og hon tekur undir við ynskinum um at seta eina kanning í verk.
"Lándi" 106.000 kr.
Fríggjadagin bórust tíðindi um, at grønlendsku landstingsgrannskoðararnir hava biðið um at fáa 106.000 krónur aftur.
Pengarnir, sum landskassin hevur lagt út, er brúktir til privatar flogferðaseðlar, hotelgistingar umframt mat og minibarr til Alequ Hammond við familju.
Eisini hevur landskassin rindað fyri privata veitslu, sum varð hildin í hølum, sum grønlendska Sjálvstýri eigur.
Aleqa Hammond sigur, at talan er um eina villu, tá flogferðaseðlarnir vórðu bílagdir.
- Eg samdist beinanvegin við míni embætisfólk, at tey skuldu bíleggja ferðirnar til familjuna somu tíð, sum eg skuldi ferðast. Men tá eg fekk rokningina frá ferðaskrivstovuni, sá eg, at alt stóð á somu rokning, hevur Aleqa Hammond sagt við grønlendska kringvarpið.
Tók langa tíð at rinda aftur
Sambært landstingsgrannskoðarunum, stavar meginparturin av útreiðslunum frá apríl í fjør, og hóast teir bóðu um at fáa rætt lag í óskilið beinanvegin, so var tað ikki fyrrenn í síðsta mánað, at Aleqa Hammond rindaði pengarnar aftur.
Formaðurin fyri landstingsgrannskoðararnar, Kristian Jeremiasen heldur, at málið er so álvarsligt, at hann hietir á andstøðuna um at leggja fram misálit á stjórnarleiðaran.
- Hóast Aleqa Hammond longu hevur goldið pengarnar aftur, so er framvegis talan um lógarbrotm og tað gongur ikki, sigur Kristian Jeremissan við KNR.
Andstøðan krevur nýval
Forkvinnan í størsta andstøðuflokkinum, IA, Sara Olsvig, mælir til, at landsstýrisforkvinnan skrivar út nýval.
- Tíðin er komin at fólkið verður spurt, um vit kunnu liva við núverandi stjórn, sigur forkvinnan í IA í tiðindaskrivi.
Aleqa Hammond er ikki hin einasta, ið hevur havt trupult við at halda egnar og almennar útreiðslur atskildar.
Fyrrverandi landstingsformaðurinm, Kuubik V. Kleist frá IA, hevur enn ikki goldið góðar 25.000 krónur, sum landstingsgrannskoðararnir fleiri ferðir at biðið um at fáa afturgoldið.