Tórshavnar Kommuna fekk helvtina endurgoldið

Tórshavnar Kommuna fekk helvtina endurgoldið
Privatu fyritøkurnar, sum luttóku oljumessuni, rindaðu meir enn helvtina av útreiðslunum hjá Tórshavnar Kommunu
 
30.09.2014 - 15:45

Tórshavnar Kommuna, sum enn ikki hevur fingið oljuhavn, var væl umboðað á oljumessuni í Stavanger í summar. 

Hon sendi 21 fólk avstað at luttaka á messuni, sum vardi í fýra dagar.

Fýra býráðslimir vóru við

Umframt Heðin Mortensen, borgarstjóra, luttóku teir tríggir - Jógvan Arge, Jákup Dam og Tróndur Sigurðsson - sum allir eru limir í samstarvsnevndini fyri Tórshavn og Stavanger. 

Tveir aðrir býráðslimir í nevndini - Helena Dam á Neystabø og Bogi Andreasen - skuldi eisini við, men tey góvu avboð.

Tónleikarar og Hotel Føroyar vóru við

Trý embætisfólk vóru eisini við - kommunustjórin, leiðarin fyri Mentamáladeildina og eitt vanligt embætisfólk.

Visit Tórshavn, ið samskipaði bæði ferð, stóra tjaldið á festivaløkinum á bryggjuni og móttøkuna umborð á Westward Ho, ið lá beint við, sendi tvey fólk avstað.

Sjey tónleikarar vóru eisini við í fylginum. Teir spældu hvørt kvøld í tjaldinum.

Harumframt leigaði kommunan fimm fólk frá Hotell Føroyum at skipa fyri matinum og móttøkuni í tjaldinum og umborð á Westward Ho. Ferðaseðlarnar rindaði Hotell Føroyar sjálvt fyri.

Bryggjutiltøkini kostaðu 300.000 krónur

Tónleikararnir kostaðu eini 120.000 krónur. Tá er ferð, uppihald, dagpengar, leiga av útgerð og samsýningar tiknar við.

Westward Ho kostaði eisini 120.000 krónur. Tá er móttøkan fyrsta dagin tikin við. Manningin fekk onga løn, men hon fekk ein góðan bita frá borgarstjóranum sum takk fyri ómakin. Rokningin fyri máltíðina á Sjøhuset Skagen var góðar 17.000 krónur.

Tjaldið, har útlendskir luttakarar kundu eta føroyskan mat, hoyra føroyskan tónleik og tað eina kvøldið eisini síggja føroyskan dans, kostaði íalt 45.000 krónur.

Íalt kostaðu tiltøkini góðar 300.000 krónur.

Hinir luttakararnir rindaðu

Men kommunan fekk allar pengarnar innaftur.

Tí hinar 14 føroysku fyritøkurnar, sum eisini luttóku á tiltøkunum á bryggjuni, rindaðu saman við Runavíkar Kommunu, Dong, Vinnuhúsinum, Tórshavnar Havn og Runavíkar Havn  kommununi íalt 316.000 krónur.

Harvið rindaði Tórshavnar Kommuna einans góðar 264.000 av teimum 580.000 krónunum, sum kommunan brúkti á oljumessuni hesar fýra dagarnar í august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454