Vørn:seta ikki yvir 3000 gørn ov nógv av óvart

Vørn:seta ikki yvir 3000 gørn ov nógv av óvart
Hoyring broytti einki. Vørn mælir framvegis staðiliga til at taka loyvið at fiska frá Anitu.
Vørn hevur lítið gott at bera Anitu í viðmerkingunum til løgmann.
 
15.10.2014 - 12:40

Garnaskipið Anita eigur at missa loyvið at fiska.

Hjá Vørn er niðurstøðan framvegis tann sama, eftir at hoyringarsvarið hjá reiðaríinum hevur verið til ummælis har.

Vørn mælir staðiliga til, at Anita missir bæði veiðiloyvið og fiskiloyvið:

Hoyring broytti einki 

Viðmerkingarnar hjá advokatinum hjá smápartafelagnum Seta, sum eigur garnaskipið Anitu, um ætlanina hjá løgmanni at taka veiðiloyvið frá skipinum, fingu ikki Vørn at broyta støðu.

Vørn vil tí enn einaferð staðiliga mæla til, at veiðiloyvið og fiskiloyvið verða tikin frá Anitu. 

Tað er niðurstøðan í viðmerkingunum hjá Vørn um hoyringarsvarið hjá advokatinum hjá Seta.

Viðmerkingarnar hjá Vørn, sum eru dagfestar 26.september, eru sendar smápartafelagnum til hoyringar. Løgmansskrivstovan hevur biðið um svar í hesari vikuni.

Ikki av óvart

Í skrivinum til Løgmansskrivstovuna sigur Vørn, at "ein ikki setur 4.600 gørn av óvart, um ein bara hevur loyvi til 1.400 gørn. Heldur ikki kann sigast, at nakar uppgevur skeivar knattstøður fyri, hvar trossarnir standa, so at ikki er gjørligt at máta, hvussu nógv gørn eru í trossunum, av óvart.
Hetta er gjørt við beráddum huga fyri at fjala útyvir, hvar gørnini standa, og hvussu nógv tey eru í tali," er avgjørda niðurstøðan hjá Vørn. 

Tá ein eftirlitsmaður hjá Vørn var um borð á Anitu 22.januar í ár fyri at góðkenna innvigingarskipanina, sá hann, at boyurnar til gørnini vóru ikki merktar.

Dagin eftir var innvigingarskipanin komin í rætt lag og boyurnar vóru merktar. Anita lá tá á Miðvági, hon var júst umbygd. Tríggjar vikur seinni, 11.februar, misti Anita ein mann, meðan teir settu gørnini.

Eftir umbyggingina síðst í 2013 vóru 33 mans við Anitu.

Ikki pláss umborð

Í aðrari frágreiðing hjá eftirlitsfólki hjá Vørn kemur fram, at tá liðugt var at draga gørnini hjá Anitu tann 21.apríl, vóru gørnini so nógv, at lítið pláss var eftir umborð. Skiparin kendi seg noyddan at koyra gørn inn í frystaríið, sum mátti sløkkjast, tí stabiliteturin hjá skipinum gjørdist ov ringur, um gørn vórðu løgd á ovara dekkið.

"Skipið hevur sostatt havt so nógv gørn, at líkt er til, at ikki hevði verið gjørligt at havt øll gørnini umborð, um skipið samstundis hevði fulla last av fiski. Skipið hevði tí verið noytt til at lata í øllum førum ein part av gørnunum staðið eftir, tá farið varð inn at landa," skrivar Vørn. 

Útblaking

Og Vørn heldur fram: "Allur fiskur varð tveittur fyri borð, tá gørnini vórðu drigin. Reiðaríið hevði avtalu við manningina, sum var komin úr Ísland til at draga gørnini tann 2.apríl, eftir at fyrra manningin varð send av landinum, at teir bara skuldu draga, ikki virka nakran fisk."

Eftirlitsmanningin frá Brimli gav føroyska skiparanum á Anitu fleiri ferðir boð um at stegða útblakingini. Men hetta rein ikki við.

Líkt er til, at skipið vildi ikki hava eykaútreiðslur av at halda lógina um vinnulígan fiskiskap, er niðurstøðan hjá Vørn. Lógin setur forboð fyri at blaka fisk fyri borð.

Hjá løgmanni duga tey ikki siga, nær avgerðin um veiðiloyvið hjá Anitu verður tikin.

Smápartafelagið Seta fekk 28.august bræv til hoyringar frá løgmanni, har hann segði seg ætla at taka veiðiloyvið frá Anitu.

                

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321