Giktaheilivágur kann vera hættisligur

Giktaheilivágur kann vera hættisligur
Hevur tú eitt nú tikið Ibuprofen, er møguleikin fyri at fáa hjartasteðg 30 prosent hægri enn annars. Tað vísir donsk gransking.
Ibuprofen verður ofta tikið fyri giktapínu.
Mynd: Rex Features  
 
18.10.2014 - 11:43

Vandin fyri at fáa hjartasteðg er millum 30 og 50 prosent hægri fyri fólk, ið hava tikið pínulinnandi giktaheilivág. Tað sæst í sjúkrasøguni hjá 29.000 dønum, sum høvdu havt hjartasteðg. 

Fólkini, ið høvdu tikið heilivágin, Diclofenac, høvdu 50 prosent størri møgulleika at fáa hjartasteðg enn onnur. Rættiliga nógv høvdu tikið tílíkan heilivág seinasta mánaðin, áðrenn tey fingu hjartasteðg.

Kanningin staðfestir ikki endaliga, um giktaheilivágur var høvuðsatvold til hjartasteðgin. Fólk kunnu eisini hava tikið heilivágin, tí tey hava havt pínu orsakað av veikum hjarta.

Í fjør fingu fleiri enn 10 prosent av íbúgvunum í Danmørk Ibuprofen frá lækna. Tílíkur heilivágur verður eisini tikin fyri nógva aðra pínu enn hana, ið er elvd av gikt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290