Uppskriftir: Laksur, kryddaðar bønir og stokt epli

Uppskriftir: Laksur, kryddaðar bønir og stokt epli
Í fyrstu Mælt-sendingini varð borðreitt við laksi, kryddaðum bønum og stoktum eplum. Sí uppskriftinar her
Matgjørt verður til fyrstu Mælt-sendingina
 
09.03.2012 - 20:53
Laksur 4 fólk
 
Tilfar
  • 500 g av feskum laksi
  • 1 reyðleyk
  • ½ dl av olju
  • 1 súpisk. av sitrónsevju
  • sitrónpipar
  • dildsalt
  • 100 g av rækjum
 
Arbeiðsháttur
  • Sker fiskin í hóskandi pettir og leykin í flísar
  • Legg fiskin og leykin  á aluminiumspappír
  • Rør oljuna og sitrónsevjuna  saman, og pensla fløkini
  • Krydda við sitrónpipari, salti og dild
  • Legg nakrar rækjur oman á  fiskin og pakka inn
  • Hita ovnin  til 175 stig og set pakkarnar inn í ovnin í uml. 20 min.
 
Kryddaðar bønir
 
Tilfar
  • 500 g av grønum bønum
  • ½ reyðleyk
  • Kryddlaki
  • 2 tesk av sitrónsevju
  • 3 súpisk. av olju
  • 1 súpisk. av vatni
  • 1 tsk. av pipari
  • 1 tsk. av salti
  • 2 tsk. av estragonevt. sesamfræ
 
Arbeiðsháttur
  • Dampa bønurnar í lættsaltaðum vatni í uml. 2 min.
  • Sker reyðleykin smátt
  • Blanda alt tilfarið til lakan saman og stoyt oman yvirleykin og tær heitu bønurnar
  • Set bønurnar í kuldaskáp, til borðreitt verður
  • Stroy sesamfræini omanyvir
 
Stokt eplir
 
Tilfar
  • uml.1 kg av smáum eplum
  • 2 súpisk. av olju
  • groft salt
 
Arbeiðsháttur
  • Vaska eplini væl
  • Koyr eplini og oljuna í ein posa og rist væl, so oljan verður væl spjadd
  • Koyr eplini í eina bakarovnsskuffu, klædda við bakipappíri, og krydda við salti og rosmarin ella øðrum kryddevnum eftir egnum tykki
  • Hita ovnin 200 stig og baka mitt í ovninum í 45 - 60 min.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. september
Góðan morgun Føroyar
180793
Týsdag 17. september
Morgunlestur týsdagur 17. september 2024
180549
Mánadag 16. september
Norðurljóð 16.september 2024
180642
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180769
Mánadag 16. september
3-2 (16. september 2024)
180768
Sunnudag 15. september
Møti úr Hebron í Leirvík
180712
Leygardag 14. september
Veðrið - teknmálstulkað
180673
Leygardag 14. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180669