Jákup á Borg í Vangamyndini

Jákup á Borg í Vangamyndini
Liðskiparin hjá B36 hevur avtalað við fótbóltsfelagið, at tað eisini næsta kappingarár kann rokna við honum.
Mynd: Savnsmynd  
 
31.10.2014 - 14:54

Hann var heilt ungur, tá hann fór at spæla við besta liðnum hjá B36, og enn er Jákup á Borg millum fremstu fótbóltsspælarar okkara

Og har hann er, er hann heilur. Sterki viljin at vinna - saman við góða spælinum - ger liðskiparan í B36 til ein tann mest vinnandi á føroyska fótbóltsvøllinum nakrantíð.

Jákup er dámligur maður, men á vøllinum kann sterki viljin koma til sjóndar og tað hevur givið onkran samanbrest við annaðhvørt mótleikara ella dómara, og okkurt gult kort hevur hann fingið fyri tað, men afturfyri kann so eingin koma og siga, at royndi liðskiparin ikki gevur alt, hann eigur.

Átjan ár á besta liðnum hjá B36 og HB og á landsliðnum hava givið Jákupi nógv góð upplivilsi, og tú merkir, at hann fegnast um tey, tá hann sigur frá.

Bogi Godtfred tosar við Jákup á Borg í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378