Løgmaður ikki ógegningur í málinum um Anitu

Løgmaður ikki ógegningur í málinum um Anitu
Løgtingsins umboðsmaður vísir kæruni frá sær frá P.f. Seta frá sær
 
14.11.2014 - 10:13

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, var ikki ógegnigur at taka avgerðina um veiðiloyvið og fiskiloyvið hjá Anitu.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur svarað kæru frá P/f Seta um gegnið hjá løgmanni. 

Løgtingsins umboðsmaður vísir kæruni frá sær.

Reiðaríið sigur, at Løgmansskrivstovan var ógegnig at taka avgerðina, tí longu áðrenn hoyringarfreistin um ætlanarskrivið um at taka veiðiloyvið var farin, segði løgmaður í Degi og Viku, at Anita fór at missa loyvið. Tí áttu løgmaður og Løgmansskrivstovan at víst málsviðgerðini til annan myndugleika, sigur sakførarin hjá P/f Seta, í kæruni til Løgtingins umboðsmann.

Løgmaður eingi áhugamál

Løgtingsins umboðsmaður sigur seg ikki duga at síggja í skjølunum, at løgmaður hevur slík áhugamál ella tilknýti til málið, at hann, sambært fyrisitingarlógini, kann sigast at vera ógegnigur at taka avgerð um Anitu. 

Tað kann vera óheppið, at løgmaður úttalaði seg alment um, hvør niðurstøðan fór at verða, áðrenn málið var liðugt. 

Men tað ger ikki løgmann ógegnigan, hóast hann gav almenninginum ta fatan, at avgerðin í veruleikanum var tikin, áðrenn hoyringarfreistin hjá Seta var liðug, sigur Løgmansins umboðsmaður.

Seta hevur stevnt

P/f Seta hevur eisini stevnt Landsstýrinum og Løgmansskrivstovuni.

Sakarkravið er, at Løgmansskrivstovan verður dømd at viðurkenna, at avgerðin um at taka veiði- og fiskiloyvini frá garnaskipinum Anitu er tikin av órøttum, og tí er hon ólóglig.

Harafturat vil reiðaríið hava endurgjald, sum fyribils er sett til 50.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357