- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá deyðarevsing til frælsi
59 ára gamli Ricky Jackson varð í 1975 dømdur fyri at hava dripið ein mann í býnum Cleveland, Ohio. Men nú 39 ár seinni viðgekk vitnið, Eddy Vernon, at hava logið. Orsøkina segði vitnið vera, at løgreglan hevði lagt trýst á hann undir avhoyring. Eddy Vernon var barn, tá ið hann vitnaði.
Rangi vitnisburðurin hevði við sær, at Ricky Jackson var dømdur til deyða. Seinni varð slík revsing í Ohio broytt til fongsul fyri lívi. Hóast hann hevur sitið ósekur handan rimar meiri enn ein mansaldur, var Ricky Jackson ikki beiskur, tá ið hann varð leyslatin.
- Eg takki dómaranum fyri at hava farið fram rættvíst og óheft. Eg takki eisini ákærvaldinum fyri at verið álítandi, og fyri at hava lagt nýggju prógvini fram, segði Ricky Jackson, áðrenn hann steig út úr rættarhølunum sum fríur maður.