Ferðastuðul í Mín Boks

Ferðastuðul í Mín Boks
Nú ber eisini til at søkja ferðastuðul frá TAKS gjøgnum Mína Boks og ikki er longur neyðugt við arbeiðsgevaraváttan á umsóknarblaðnum
 
15.12.2014 - 15:50

Nú ber eisini til at søkja ferðastuðul frá TAKS gjøgnum Mína Boks, og samstundis er ikki longur neyðugt við arbeiðsgevarváttan á umsóknarblaðnum.

Ein nýggj kunngerð, sum kom í gildi 8. desember, strikar kravið um, at arbeiðsgevarin skal vátta fyri starvssetan.

Í januar kann aftur søkjast um ferðastuðul. Taks sigur, at verður søkt um ferðastuðil 12. januar, hevur tú peningin á kontu 17. februar, men verður søkt gjøgnum Mína Boks, hevur tú peningin longu 10. februar. 

Søkjast kann um ferðastuðul í januar og juli, og vanliga fær Taks umleið 3.000 umsóknir um hálvárið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450