10 ár síðan stóru tsunamivanlukkuna

10 ár síðan stóru tsunamivanlukkuna
Flóðaldan rakti Teiland annan jóladag í 2004. Tað vakti stóran ans í Norðurlondum. Nógv ferðafólk úr Danmark, Noregi, Finlandi og Svøríki vóru har
10 ár síðan stóru tsunamivanlukkuna
Mynd: savn  
 
22.12.2014 - 09:03

10 ár eru skótt liðin síðani meira enn 230-túsund fólk doyðu, tá flóðalda rakti millum annað Teiland, Indonesia, India og Sri Lanka.

Flóðaldan rakti Teiland annan jóladag í 2004, og tað vakti stóran ans í Norðurlondum, millum annað av tí at nógv ferðafólk úr Danmark, Noregi, Finlandi og Svøríki vóru í økinum.

880 skandinavar doyðu - har í millum 46 danir, 84 norðmenn, 179 finnar og 571 sviar.

Tað doyðu tilsamans 8.212 fólk í Teilandi, og 7.000 máttu flýggja frá húsi og heimi.

Men hóast mest hoyrdist til Teiland her á leiðum, var tað ikki har flestu offrini vóru. Í Indonesia, sum var harðast rakt, doyðu 167.736 fólk, og meira enn hálv millión vórðu heimleys.

Í Sri Lanka doyðu 35.322 og har gjørdust meira enn hálv miljón fólk heimleys og í India doyðu 18.045 fólk og 640-túsund mistu hús og heim.

Tað var ein jarðskjálvti undir havbotninum uttanfyri norðaru helvt av indonesisku oynni Sumatra, sum var orsøkin til flóðalduna. Jarðskálvtin máldi 9,3 á Richterskalanum.

 

VIDEO: Privatar upptøkur av vanlukkuni 2004

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. mars
Bolero - Spæl føroyskt 2025
188515
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
188514
Sunnudag 2. mars
Kallið: "Vit hava øll eitt kall".
188430
Leygardag 1. mars
Upp á tá - 280225
188490
Leygardag 1. mars
Jambalaja - 010325
188487
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389