Vrakpetti funnin við oynna Borneo

Vrakpetti funnin við oynna Borneo
Leitingarflogfør hava funnið lutir út fyri indonesisku strondini, sum kunnu stava frá horvna flogfarinum hjá Air Asia
Vrakpettini, sum eru funnin, eru møguliga frá saknaða AirAsiaflogfarinum
Mynd: AFP  
 
30.12.2014 - 08:24

Ein flogskipari á einum Hercules-flogfari heldur seg eisini hava sæð eitt lík í havinum.

Indonesiskir myndugleikar siga, at lutirnir líkjast einari hurð og eini neyðslisku.

- Vrakpettini eru reyð og hvít, sum eisini eru litirnir á horvna flogfarinum. Vit kanna, um teir eru av Air Asia-flogfarinum, men nógv bendir á tað, sigur leiðarin á flogferðslueindini hjá indonesiska flutningsmálaráðnum. 

Vrakpettini eru staðfest út fyri oynni Borneo, sum hoyrir til Indonesia. Sambært indonesiska flogvápninum eru umleið 10 vrakpetti staðfest á einum øki einar 10 kilometrar, haðani flogfarið hvarv á radaranum.

Hildið verður, at lutirnir stava frá saknaða AirAsiaflogfarinum

 

 

 

 

 

Ein tyrla er nú farin at kanna lutirnar.

Malaysiska flogfarið hvarv sunnudagin, tá tað var á veg úr Indonesia til Singapore við 162 fólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985