36 deyð á nýggjárshaldi í Shanghai

36 deyð á nýggjárshaldi í Shanghai
Kinesisku myndugleikarnir hava árini frammanundan havt ilt við at hava tamarhald á stóru mannamúgvuni, ið savnast í miðbýnum.
Fólk hildu, at dollarar vóru blakaðir fyri tey
Mynd: Savnsmynd  
 
01.01.2015 - 13:20


Nýggjárshaldið í miðbýnum í Shanghai í gjárkvøldið endaði við, at 36 fólk lótu lív.

Fólk í túsundatali vóru savnaði á søguliga havnarlagnum vestaru megin Huang-pu ánna, at síggja fýrverkið og bjóða nýggja árinum vælkomnum, tá ein partur av mannamúgvuni knappliga fór at renna og taka upp pengaseðlar, sum vóru blakaðir niður úr einum húsum nærhendis.

Seðlarnir líktust hundrað dollara-seðlum, men talan var kortrini ikki um annað enn virðisleyst pappír.

Fyrstu fólkini, ið tustu avstað, duttu um hvørt annað, og onnur endaðu omaná teimum soleiðis, at fólk komu at liggja undir og vóru traðkaði í hel. 36 doyðu og 47 hava fingið skaða, verður sagt.

Í Shanghai búgva 23 milliónir fólk, og har plagar eitt lasara-show at vera víst í miðbýnum nýggjársaftan, men tað hevur ikki verið gjørt seinatu árini, tí tað hevur ikki borið myndugleikunum til at hava tamarhald á mannamúgvuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040