Svørtu kassarnir funnir

Svørtu kassarnir funnir
Kavarar hava nú funnið svørtu kassarnar frá Air Asia flogfarinum, sum beint fyri nýggjár datt niður í Java-havinum við 162 fólkum
Bjargingarlið ohava um vikuskiftið funnið svørtu kassarnar, ið kanska kunnu geva ábendingar um, hví QZ8501 flogfarið hjá Air Asia datt niður í Java-havið 28. desember í fjør
Mynd: AP

12.01.2015 - 08:48

Tað upplýsa indonesisku myndugleikarnir sambært AFP-tíðindastovuni. Í gjár varð velið á flogfarinum tikið upp av havsins botni. Roknað varð tá við at finna upptøkutólini til svarta kassan har. Men tað vóru tey ikki.

Tey vóru eftir øllum at døma skrødd leys, tá flogfarið datt niður. Men eftir at velið varð tikið upp, hildu ljóðsignal fram at koma av havbotninum. Og kavarar hava nú funnið svarta kassan á 30 metrar dýpi.

Í svarta kassanum eru tekniskar upplýsingar og upptøkur av ljóði sum kunnu geva eina ábending um, hví flogfarið datt niður. Tað er av alstórum týdningi at finna svarta kassan skjótast gjørligt, tí battaríini í kassanum megna bert at senda signal í 30 dagar.

Vænta at finna fleiri av ferðafólkunum

Flogfarið datt niður 28. desember. Sum skilst hevur sonar-útgerðin eisini funnið ein stóran lut í sama øki sum svarti kassin varð funnin. Hildið verður, at tað er sjálvur bulurin á flogfarinum, sigur Sur-yadi Supri-yadi, leiðari fyri leitingarátakið, við sjónvarpsstøðina, Metro TV.

Tað skuldi verið ávís sannlíkindi fyri at funnið fleiri av teimum, sum doyðu í flogfarinum. Tí hildið verður, at fleiri av offrunum framvegis eru í ferðafólkarúminum. Higartil hava bjargingarlið bara funnið 55 lík av teimum tilsamans 162 fólkunum, sum vóru við Air Asia flogfarinum.

Airbus A320-flogfarið hvarv brádliga av radaranum, tá tað var á veg úr indonesiska býnum Sura-baia til Singapore.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. mars
Bolero - Spæl føroyskt 2025
188515
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
188514
Sunnudag 2. mars
Kallið: "Vit hava øll eitt kall".
188430
Leygardag 1. mars
Upp á tá - 280225
188490
Leygardag 1. mars
Jambalaja - 010325
188487
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389