Krevja skiparan fongslaðan í 26 ár

Krevja skiparan fongslaðan í 26 ár
Ákærin í sakarmálinum ímóti skiparanum á ferðamannaskipinum, Costa Concordiu, er komin við sínum kravi í vanlukkuni, har 32 fólk lótu lív
26 ára fongsulsrevsing til skiparan á Costa Concordiu. Tað fer ákærin í rættarmálinum ímóti skiparanum at krevja, nú rættarmálið skjótt er av
Mynd: AP  
 
27.01.2015 - 09:58

Ákærin í sakarmálinum ímóti skiparanum á ferðamannaskipinum, Costa Concordiu, krevur fongsulsrevsing í 26 ár. Tað kravið setti hann fram í dag, tá hann tók samanum sakarmálið, sum hevur vart í nakrar dagar.

54 ára gamli skiparin, Francesco Schettino, er ákærdur fyri at hava ábyrgdina av at skipið koppaði 13. januar í 2012, og fyri óviljað manndráp í 32 førum.

SÍ EISINI Verður liggjandi leingi afturat

Skiparin er eisini ákærdur fyri at vera farin av skipinum, hósat hann visti at nógv fólk vóru umborð, og fyri ikki at hava boðað myndugleikunum frá vanlukkuni, tá skipið tók botn.

- Francesco Schettino, skiparin, hevur logið fyri øllum, og hann hevur ongantíð tikið ábyrgdina av tí sum hendir. Tí eigur hann at verða dømdur at sita í 26 ár, segði ákærin.

Skiparin valdi ikki at boða myndugleikunum frá

Undir sakarmálinum hevur skiparin sagt, at hann ikki boðaði myndugleikunum frá, tí hann væntaði at vindurin fór at trýsta skipið nærri landi. Av tí sama byrjaði bjargingararbeiðið seinni enn neyðugt, og skipið koppaði, áðrenn allir bjargingarbátarnir vórðu settir út.

Skiparin hevur eisini sagt, at hann varð tveittur fyri borð, tá skipið koppaði, og at hann síðani varð tikin umborð í ein bjargingarbát. Tað var 13. januar í 2012 at Costa Concordia sigldi á land við italsku oynna, Giglio.

4.229 ferðafólk úr 70 ymiskum londum vóru umborð, tá Costa Concordia koppaði fyri trimum árum síðan. 32 av teimum druknaðu. Væntandi fellur dómur um hálvan februar, skriva italskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985