Al Jazeera blaðfólk latnir leysir móti veðhaldi

Al Jazeera blaðfólk latnir leysir móti veðhaldi
Blaðfólkini hjá Al Jazeera, Mohamed Fahmy og Baher Mohamed eru leyslatnir móti loysigjaldi, eftir at hava sitið fleiri enn 400 dagar í varðhaldi
 
12.02.2015 - 14:13

Rættarfundurin varð hildin í Kairo, og dómarin avgjørdi at lata teir báðar blaðmenninar leysar móti veðhaldi. Hetta skrivar Sky News.

Teir eru skuldsettir at hava logið og at vera talirør fyri Muslimska Bróðurfelagsskapin, sum egyptiska stjórnin hevði skýrt yvirgangsfelagsskap.

Annar blaðmaðurin hjá Al Jazeera, Mohamed Fahmy, helt egyptiska flaggið uppi og unnusta hansara rópti "leingi livið rættvísi,", tá dómarin hevði lisð dómin.

Fleiri mannarættindafelagsskapir, bløð og sjónvarpsstøðir hava seinasta árið gjørt nógv burturúr søguni og sagt at fongslingin er reint politisk. Menninir gjørdu bert sítt aebiðið. 

Rættargongdin móti  Mohamed Fahmy og Baher Mohamed, verður uppafturtikin 23. februar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985